Arne Wurgler til Føroya

Í næstum kemur kendi danski sanskrivarin og tón­leik­ar­in Arne Wurgler á stutta vitjan í Føroyum.

Arne Wurgler, sum er fødd­ur í Keypmannahavn í 1943, er kendur frá nógvum tón­leikaútgávum, eitt nú Fri­spark sum kom í 1974, Am­er­i­k­asange frá 1995 og Holst og Wurgler sum kom í 1999.

Eisini hevur Arne um­sett ein sang hjá Martin Jo­en­sen og gjørt tveir sangir um før­oy­ing­ar e­in nevnist Lyk­ken, og hin er gjørdur um kenda rógv­ar­in Ova Jo­en­sen.

Meðan hann er í Før­oy­um fer hann at spæla í Vekt­ar­búð­ini í Vestmanna, Kaffi­hús­i­num í Havn og í Nóls­oy.

Konan hjá Arne, Ása, er úr Vest­manna. Tey hittust tá Arne var her saman við Benny Holst í 70unum.

Arne Wurgler hevur ong­an­tíð lagt í at krógva, at hann hoyrir heima á pol­it­iska vinstravonginum, og tað hoyr­ist eisini í hansara tón­­leiki og tekstum. Hann er eisini politiskt virkin inn­an fólkatingsgátt, har hann hevur latið seg stilla upp fyri Eindarlistan. Har­um­framt hevur hann eis­ini verið virkin í donsku Fólk­a­rørsl­uni móti ES.

Fyribils skráin hjá Arne Wurgl­­­er í Føroyum sær so­leiðis út: 3. apríl konsert í Vest­­manna, 4. apríl í Havn og 5. apríl í Nólsoy.