Arne Vatnhamar á toppinum á Mount Everest

Ferðaliðið hjá Arna Vatnhamar hevur verið uppá á toppinum á Mount Everest, og er longu komið niður aftur í eina legu í lægri hædd

Øll hava tað gott, skrivar ferðaliðið hjá Arna Vatnhamar. Øll hava verið á toppinum á Mount Everest og eru nú komin í eina legu í lægri hædd.

Arni Vatnhamar er sostatt fyrsti føroyingur, sum hevur verið á toppinum á Mount Everest.