Arne: Merkið veitraði uppi yvir øllum fløggum í heiminum

Tað var serliga stórt, tá Merkið veitraði á hægsta tindi, og sostatt yvir øllum fløggum í heiminum, sigur Arne Vatnhamar

Ninna Vatnhamar hevur havt samband við Arna Vatnhamar umvegis satelittelefon kl 11.30 føroyska tíð. Hon skrivar á Vatnhamar Adventures News soleiðis frá honum :

Kl. 8.00 nepalska tíð tann 25. mai lyftið eg Merkið á fyrsta sinni á heimsins hægsta fjalli.

Fyri meg, var hetta serliga stórt, tí í hesi stund veitraði Merkið yvir øllum øðrum fløggum í heiminum.

Túrurin niður hevur verið eittsindur truplari enn væntað. Á vegnum niður var eg plágaður av lungnaødem og svav saman við fylgisveini mínum i Camp 2 í 7050 metra hædd.


Kl. 06 í morgum byrjaðu vit at ganga til "Advanced Base Camp", og har eru vit nú, sigur Arne Vatnhamar.