Arne er nær toppinum á Mount Everest

Í nátt skal Arne Vatnhamar byrja at ganga seinasta teinin niðan á Mount Everest

Arne Vatnhamar og hini fólkini í ferðalagnum eru nú av álvara komin tætt at toppinum á Mound Everest.

 

 

Alt ferðaliðið er komið á Camp 3, sum liggur á 8300 metrar hædd, og sambært Vatnhamar Adventures, har til ber at fylgja við ferðini, verður sagt, at allir klintrararnir hava tað gott.

 

 

Í løtuni fyrireikar liðið seg til at skulu ganga seinasta teinin niðan á toppin.

 

 

Eftir ætlan verður farið frá Camp 3 klokkan 01 føroyska tíð í nátt, og gongst sum ætla, verður Arne Vatnhamar í morgin 25. mai fyrsti føroyingurin á heimsins hægsta fjalli.

 

 

Arne og resten af det brave hold er nu ankommet til Camp 3 (8300m).
Alle på holdet har det godt.
De forbereder sig til til det sidste stykke til toppen med afgang kl 02.00 DK-tid søndag den 25. maj