Arne er klárur til Mount Everest

40 ára gamli Arne Vatnhamar greiðir frá fyrireikingunum til túrin upp á Mount Everest. Hoyr samrøðuna her

Fyrireikingarnar eru komnar somikið væl áleiðis, at 40 ára gamli Arne Vatnhamar nú kann siga við vissu, at hann fer upp á heimsins hægsta fjal.

 

Um minni enn tveir mánaðir fer Arne Vatnhamar undir sína størstu avbjóðing. 40 ára gamli leirvíkingurin hevur sett sær sum mál at vera fyrsti føroyingur á Mount Everest.

 

Til tað krevst nógv og hørð venjing, útvið ein hálv millión krónur umframt at nógv praktisk viðurskifti eru komin uppá pláss.

 

- Nú kann eg siga, at alt er komið uppá pláss. Eg havi fingið sponsoravtalurnar uppá pláss, pengarnir fyri túrin eru goldnir og fysiskt eri eg væl fyri, sigur Arne Vatnhamar.

 

6. apríl fer lorvíkingurin úr Danmark ta langu leið til Katmandu í Nepal, og síðani gongur leiðin upp á heimsins hægsta fjall.

 

- Gongst sum ætlað, so standi eg ovast á Mount Everest umleið 25. mai, sigur Arne Vatnhamar.


Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Arna Vatnhamar.