Arnbjørn Hansen er við frá byrjan, tá føroyska landsliðið í kvøld spælir venjingardyst móti Íslandi í Reykjavík. Fleiri broytingar eru á liðnum. Christian R. Mouritsen er við frá byrjan og Hallur Hansson er fluttur út á vinstra vong.
Sostatt er nógv broytt í framrættaða spælinum, meðan verjuparturin sær út so roknast kundi við. Atli Gregersen og Rógvi Baldvinsson eru í miðverjuni, Jónas Tór Næs á høgra bakki, meðan Viljormur Davidsen fær afturval eftir dystin móti Svøríki.
Teir ellivu, ið byrja inni eru:(4-4-2)
Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal, Hallur Hansson – Jóan Símun Edmundsson og Arnbjørn Hansen.
Dysturin byrjar klokkan 20.45. Rás2 og in.fo fylgja gongdini í dystinum.