Arnbjørn úti restina av árinum

Arnbjørn T. Hansen verður helst ikki at síggja aftur á HB liðnum í 2015

Arnbjørn T. Hansen verður helst ikki at síggja aftur á HB liðnum í ár, eftir at hann meiddi sær knæið í ólavsøkudystinum móti FC Suðuroy. Hann mátti berast av vøllinum og einki røkist fyri, at hann spælir aftur í 2015.

 

Les eisini: Arnbjørn slapp væl

 

- Eg ræðist, at eg ikki fái spælt aftur í ár. Eg havi framvegis ilt í knænum og vænti ikki, at eg spæli aftur fyribils, sigur Arnbjørn T. Hansen við in.fo.

 

Tað var tíðliga í fyrra hálvleiki, at Arnbjørn fór umkoll í brotsteiginum hjá FC Suðuroy. Tað gjørdist tíðliga greitt, at talan kundi verða um álvarsligan skaða. Fyrstu tíðindini vóru tó, at framherjin møguliga var sloppa væl frá hendingini.

 

HB skrivar á heimasíðu sínari, at knæið var snarað somikið keðiligt, at knæskálin var farin úr lið. Hetta fingu tey í rættlag á Sjúkrahúsinum, og fyribils hevur spælarin fingið boð um, at binda frið í 14 dagar.

 

- Tað verður helst nakað longri enn tað. Eg skal aftur til kanningar í næstum. Hetta var ótrúliga keðiligt, sigur Arnbjørn T. Hansen.

 

HB liggur í løtuni á fjórða plássi í Effo-deildini. Fríggjakvøldið spæla teir móti KÍ. Rás2 sigur frá dystinum.