Fyri lítlari løtu síðani boðaði Jógvan Martin Olsen frá, hvussu liðið verður samansett til síðsta heimadystin við honum sum venjara.
Fyrsta bríkslið verður klokkan 16, og tað eru serliga tveir lutir, sum tað verður lagt til merkis.
Annar er, at Egil á Bø verður í miðverjuni, og Arnbjørn Hansen verður fremsti maður.
Landsliðsvenjarin heldur tað vera týdningarmikið, at hava skjótan mann saman við Christian Lamhauge Holst.
Í hinum endanum ber tað við sær, at Fróði Benjaminsen verður á beinkinum.
Símun Samuelsen er sjúkur og tískil ikki á hópinum.
Teir fyrstu ellivu: Jákup Mikkelsen, KÍ ? Jónas Þór Næs, NSÍ, Jón Rói Jacobsen, Frem DK, Egil á Bø, EB/Streymur, Jóhan Troest Davidsen, NSÍ ? Jákup á Borg, B36, Atli Danielsen, Frem DK, Mikkjal Thomassen, EB/Streymur, Christian Høgni Jacobsen, AB DK ? Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF DK - Arnbjørn Hansen, EB/Streymur.