Arnbjørn var tvífaldur málskjútti

1. DEILD: Eftir sigurin á Sandi er Víkingur einsamalt oddalið

Meðan tað ikki hevur hilnast heilt so væl hjá besta Víkinga liðnum, sum tað varð vónað, so gongur tað sum eftir ánni hjá næstbesta liðnum.

Í góðveðrinum í kvøld vóru víkingarnir á Sandi, og teir eru á veg til hús við 3-1 sigri. Eftir fimm umfør er Víkingur topplið við 13 stigum.

B71 er á sætta plássi við fimm stigum.

Amerikanski Brian Okpala legði B71 framum 1-0, tá ið ein lítil hálvur tími var farin. Hann hevur verið við í fýra dystum, og hetta var fyrstu ferð, at hann var málskjutti.

Átta minuttir undan steðginum javnaði Víkingur. Málskjútti eftir hornaspark var Ingi Jonhardsson.

Í seinna hálvleiki vórðu tvey mál skorað. Víkingur átti tey bæði, og í báðum førum var tað Arnbjørn Svensson, sum var málskjútti. Í fyrra førinum var tað Bergur Gregersen, sum legði upp, og tríggjar minuttir undan leikloki var tað eftir hornaspark, at Arnbjørn Svensson staðfesti 3-1 sigurin.

Í sætta umfari fær Víkingur vitjan av B68, og B71 skal spæla á útivølli ímóti FC Hoyvík.