Arnbjørn til B68

Alt bendir á, at Rúni Elttør ístaðin verður leikarin, sum skal spæla á vinstra bakki í B36

Fótbóltur

Dimmalætting skrivaði í gjár, at tað eftir øllum at døma var so, at Arnbjørn Danielsen nú skiftir til B68. Tíðindini vórðu mest sum váttað av formanninum í B68, Niklas Davidsen, og mikumorgunin kundi leikarin so eisini sjálvur váttað hesum.
- Tað er soleiðis, at eg ætlandi flyti inn aftur á Toftir í næstum, og tí er tað sjálvandi lættast hjá mær, um eg so eisini kann skifta felag. Hetta havi eg tosað við leiðsluna í B36 um, og tað letur so ikki til, at teir á nakran hátt vilja leggja mær forðingar fyri, sigur Arnbjørn, sum víðari leggur dent á, at hetta als ikki hevur nakað við viðurskiftini hjá sær og B36 at gera.
Seinasti dysturin, sum Arnbjørn leikti fyri B36 var 2. páskadag ímóti HB. Ætlandi skuldi hann eisini vera við, tá B36 sunnudagin skuldi spæla fjórðingsfinalu móti EB/Streymi, men tann dysturin varð útsettur, og sjálvur varð Arnbjørn eisini skaddur í fríggjadagsvenjingini, so tað verður nú av ongum. Hetta merkir, at hann kann spæla við B68 frá og við øðrum leikumfari í landskappingini.

Rúni ístaðin
Einki er at ivast í, at hetta er ein góður styrkur hjá toftamonnum at fáa, men líka so lítið er at ivast í, at tað fyri B36 er ein missur av teimum stóru. Arnbjørn hevur seinnu árini talst millum mest virdu verjuleikararnar í føroyskum fótbólti, og einstakar dystir í landsliðsbúnanum er tað eisini vorðið til. Tann seinasti av hesum í fyrsta dystinum hjá Henrik Larsen sum landsliðsvenjara.
Maður kemur tó í mans stað verður sagt, og í B36 tykjast teir longu hava lagt uppfyri, at Arnbjørn ikki verður í hópinum framyvir.
Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at Rúni Elttør ikki longur verður at síggja í KÍ. Sagt varð, at tað enn ikki varð avgjørt, hvat nýggja felag hansara var.
Nú er tað tó staðfest, at B36 verður nýggja felagið hjá Rúna.
Kristian á Neystabø, formaður í B36, váttar, at Rúni Elttør nú verður í B36, og at hann ætlandi skal koma inn á plássið hjá Arnbjørn Danielsen.
- Rúni vandi við okkum í gjár, so hann er mest sum blivin ein partur av liðnum. Enn kann hann tó ikki spæla, tí tað er ov stutt fráliðið, síðani hann leikti seinasta dystin við KÍ, men tað markið er so lokið við landskappingarbyrjan.
Við hesum er sostatt líkt til, at B36 hevur tryggjað sær ein kompetentan avloysara á plássinum. Sum nevnt, so hevur Arnbjørn í fleiri førum verið í landsliðshitanum til júst hetta plássið, og eftir góða árið í fjør, hevur Rúni eisni í fleiri førum verið heilt nær sama hita.