- Arnbjørn og Hans Pauli vístu klassan allar Føroyar kenna (FM1)

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi gav 36 ára gamla Hans Paula Samuelsen og 35 ára gamla Arnbirni Hansen yvirskriftina fyri sigurin í Sørvági

 ##med2##

Leingi sá tað út til at fara at enda 1-1 millum 07 Vestur og EB/Streym á Dungasandi í Sørvági, men so setti høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen gomlu kempurnar, 36 ára gamla Hans Pauli Samuelsen og 35 ára gamla Arnbjørn Hansen á vøllin, og tað gav totalan jackpot.

Í seinasta minuttinum av vanligu leiktíðina spældi Hans Pauli Arnbjørn leysan, og gamli málrevurin legði EB/Streym framum 2-1. Tá mátti 07 Vestur fram at satsa, og eydnaðist tað EB/Streymi at økja til 3-1 í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Tá var tað Hans Pauli aftaná eina góða sending frá Niklas Kruse sum skoraði.

- Arnbjørn og Hans Pauli vístu klassan allar Føroyar kenna, slær høvuðsvenjarin Jákup Martin Joensen fast. Jákup Martin er sera fegin um, at hann valdi at satsa at fara eftir sigrinum og fekk løn fyri tað. 

07 Vestur - EB/Streymur 1-3 (1-1)
Ronnie Møller Iversen 0-1 (8.)
Martin Tausen 1-1 (30.)
Arnbjørn Hansen 1-2 (90.)
Hans Pauli Samuelsen 1-3 (90. +)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Jákup Martin Joensen fyrr í kvøld. 

(Samrøða: Jákup Martin Joensen)