Spurnartekin hevur verið sett við, um Arnbjørn Hansen fer at halda fram við at spæla fótbólt, ella um hann fer at gevast. Nú er spurningurin svaraður.
EB/Streymur boðar frá, at 33 ára gamli veteranurin og toppskjúttin í felagnum, Arnbjørn T. Hansen, eisini í 2020 verður partur av hópinum.
Seinastu árini hevur Arnbjørn verið nógv skaðadarvaður. Soleiðis var tað eisini í ár, tá ið hann var við í 16 dystum. Tíggju ferðir varð hann skiftur inn, og tvær ferðir varð hann skiftur út. Sambært faroesoccer.com var Arnbjørn Hansen tilsaman 645 minuttir á vøllinum í 2019, og hann skoraði sjey mál í landskappingini.
Í EB/Streymi verður upplýst, at leikluturin hjá Arnbjørn Hansen næsta ár verður størri, enn hann hevur verið skilt á tann hátt, at hann nú eisini verður partur av venjaratoyminum. Tað er greitt, at Jákup Martin Joensen heldur fram sum høvuðsvenjari í EB/Streymi.
Arnbjørn Hansen, sum 27. februar verður 34 ár, man vera ein tann royndasti av øllum, sum bjóða seg fram í bestu deildini í 2020. Longu í 2004 spældi hann fyrstu ferð í fremstu røð. Í bestu deildini hevur hann spælt 271 landskappingardystir, og hann hevur skorað 152 mál í bestu deildini. Í steypakappingini hevur hann spælt 38 dystir og skorað 26 mál, og í europeisku kappingunum hevur hann spælt 18 dystir og skorað trý mál.
At Arnbjørn Hansen eisini í 2020 verður í EB/Streyma álopinum ber við sær, at møguleiki er fyri, at hann kann lyfta seg fram á næstfremsta plássið á máltindinum.
Klæmint A. Olsen eigur metið við 188 málum. Næstur Klæminti, sum eisini í 2020 verður á NSÍ liðnum, er Jákup á Borg. B36 venjarin skoraði í síni tíð 153 mál í bestu landskappingini.
Tað vil siga, at tá ið Arnbjørn Hansen næstu ferð fer at teljast millum málskjúttarnar, fer hann at leggja seg undir liðina á Jákupi á Borg.
Sjey ferðir hevur Arnbjørn spælt steypafinalu og í fýra finalum hevur hann skorað. Tvær ferðir hevur hann verið tveymálaskjútti í finalum; í 3-2 sigrinum á B36 í 2008 og 3-0 sigrinum á ÍF í 2011.
EB/Streymur hevur tvær ferðir vunnið FM - í 2008 og 2012. Arnbjørn Hansen var báðu ferðirnar millum lyklaspælararnar.
EB/Streymur hevur fýra ferðir vunnið steypakappingina, og allar ferðirnar hevur Arnbjørn Hansen verið millum lyklaspælararnar - í 2007, 2008, 2010 og 2011.











