Arnbjørn heim uttan sáttmála

Toppskjúttin í Formuladeildini, Arnbjørn Hansen, vandi í farnu viku við superligaliðnum hjá OB, sum leitar eftir einum málskjútta. Tað spurdist tó eingin sáttmáli burtur úr hjá Arnbjørn Hansen. - Hann er ein góður spælari. Nú hugsa vit eitt sindur um tað, og so seta vit okkum í samband við umboðsmannin hjá honum. Men tað er ikki soleiðis, at vit vilja gera sáttmála við hann beinanvegin, sigur Lars Olsen, venjari hjá OB, við heimasíðuna við bold.dk. Teir í EB/Streymi fegnast helst um, at Arnbjørn Hansen ikki fer nakran veg beint nú. Sunnudagin skoraði Arnbjørn sigursmálið í toppdystinum ímóti HB.