Arnbjørn Hansen er úttikin

Christian Høgni Jacobsen hevur givið avboð til landsdystirnar móti Serbia og Italia. Framherjin úr Runavík er skaddur.

Tí er Arnbjørn Hansen boðsendur.

Arnbjørn Hansen stóð fyri fimm av málunum, tá EB/Streymur vann 6-0 á AB við Margáir um vikuskiftið.