FÓTBÓLTUR
Arnbjørn Danielsen boðar umvegis heimasíðuna hjá B68 frá, at hann gevst við fótbóltinum. Hann hevur síðstu tíðina havt trupulleikar við rygginum, og hartil heldur hann tað vera ov tíðarkrevjandi at koyra ein tíma til venjing hvørja ferð.
Í fleiri ár hevur Arnbjørn, sum upprunaliga spældi í álopinum, spælt í verjuni hjá B68. Somuleiðis hevur hann verið stýrimaður á liðnum, samstundis sum hann hevur verið liðformaður.
Fyri nøkrum árum síðani spældi Arnbjørn Danielsen eisini eitt skifti við B36. Somuleiðis hevur hann roynt seg á fótbóltslandsliðnum, og hann er skrásettur fyri átta altjóða landsdystir Føroyar.









