Arnbjørn Hansen fekk í heimadystinum ímóti Skála í gjár sínar fyrstu minuttir síðani á ólavsøku í fjør, tá ið hann sleit krossbandið í dysti ímóti FC Suðuroy. Til stóra gleði fyri heimafjøldina gjørdi hann comeback, tá ið hann varð settur á vøllin í 78. minutti í hesum dystinum, sum HB vann 1-0 við máli frá Johan T. Davidsen.
Nú kann tó aftur ganga rúm tíð, áðrenn Arnbjørn aftur verður at síggja á vøllinum. 30 ára gamli málrevurin var nevniliga óheppin og gjørdist skaddur einaferð enn hetta lítla korterið, hann var á vøllinum í gjár. Hann fekk eina fipurspreinging í lærið og væntast at vera úti í nakrar vikur.
- Eg setti av og skuldi til at spurta, tá ið tað fór at prika í lærinum framman. Eg fekk runnið restina av dystinum og eg fái gingið í dag, so tað er ikki heilt galið, men eg vænti at vera úti í nakrar vikur, sigur hann og má harmur vátta, at hann í øllum førum ikki verður tøkur til dystin ímóti ÍF ólavsøkuaftan.
Arnbjørn, sum hevur skotið 138 mál í Effodeildini og trý mál fyri landsliðið, fór í holt við uppvenjingina longu í januar.
- Tað hevur verið drúgt. Eg var ógvuliga uppsettur og tað var ein góð kensla at koma á vøllin aftur í gjár, men nú fekk eg so enn eitt afturslag. Eg má bara royna at síggja ljóst upp á tað, sigur Arnbjørn, sum kennir alt ov væl til skaðar og harvið eisini veit hvat krevst meðan skaðasteðgur er.
- Tað er at brynja seg við toli.










