27 ára gamli Arnar Dam í Kollafirði hevur skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at hann í 2019 fer at spæla við EB/Streymi.
Arnar er uppvaksin í felagnum og hevur altíð spælt við EB/Streymi, burtursæð frá stuttum skifti í 2008, tá ið hann var í ÍF.
Higartil hevur Arnar Dam sambært faroesoccer.com spælt 214 dystir á besta liðnum hjá EB/Streymi, og hann hevur skorað seytjan mál.
Arnar hevur verið við til at vinna tvey meistaraheiti og tríggjar steypafinalur við EB/Streymi, har hann hevur verið á liðnum í ellivu ár. Síðsta kappingarár var hann á liðnum fram til 23. august. Tá fór hann av landinum á fjakkaraferð í Latínamerika.
Felagið gevur veteraninum hetta skoðsmál á heimasíðu síni:
Arnar er skilagóður og hartarbeiðandi miðvallari, og hann er sera týdningarmikil spælari hjá okkum – bæði á og uttanfyri vøllin.
Jákup Martin Joensen er nýggjur venjari í EB/Streymi, sum aftur í 2019 fer at spæla heimadystirnar í Hólmanum á Eiði. Fyri einum mánað síðani fór liðið undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið.









