-Eg havi sagt eina lygn, sum eg havi endurtikið nógvar ferðir, og eg ætli mær at brúka tað, sum er eftir av lívinum, til at endurvinna álitið og at biðja um umbering, segði Lance Armstrong.
Í samrøðuni viðgekk Armstrong, at hann byrjaði at taka doping miðskeiðis í 1990-árunum. Hann segði, at hann gavst við hesum í 2005, og at hann ikki var dopaður, tá hann royndi seg aftur í 2009 og bleiv nummar trý í Tour de France.
Lance Armstrong hevur mist allar sínar sjey Tour de France-sigrar og brosnumerkið, sum hann vann á olympisku leikunum í 2000. Hann er eisini útihýstur frá súkluítrótti.