Komandi ár verður heimskendi súkklarin, amerikanski Lance Armstrong, aftur at síggja á súkkluni í teimum ymsu súkklukappingunum. Armstrong, som skal súkkla fyri liðið Astana, boðaði mánakvøldið frá, at hann eisini fer at súkkla í Tour de France. Kappingin er heimsins størsta og strævnasta av sínum slag, og hesa kapping hevur Armstrong vunnið heilar sjey ferðir - øll árini frá 1999 til 2005. Vanliga súkklar eitt súkklulið fyri at fáa ein av sínum súkklarum fremstan í kappingini, og Lance Armstrong leggur einki í, um ikki Astana súkklar fyri sigri til hansara. - Súkkling er ein liðítróttur, og eg súkkli fyri tí besta súkklaranum, sigur Armstrong við AP. Væntað verður, at 37 ára gamli Armstrong og hinir á Astana-liðnum fara at súkkla fyri sigri til spanska Alberto Contador, sum seinastu tvey árini hevur vunnið tríggjar tær størstu súkklukappingarnar, nevniliga Giro d´Italia, Vuelta a España og Tour de France.
Tíðindi