Spenningurin hevur verið stórur, men fram til í nátt hevði Lance Armstrong ikki veruliga sýnt gomlu styrki sína, nú hann við luttøkuni í Tour Down-Under er í ferð við sítt comeback á hjólhestinum. Á triðju etapuni í gjár var hann tó partur av einum útbroti, og hetta vakti stóran ans. Ein tyrla fylgdi við tí, sum fyrifórst, men tá Armstrong helt trýstið frá hesari órógvað súkklararnar, gav hann fyriskiparunum boð um, at tyrlan skuldi burtur, og hetta eydnaðist eisini hjá amerikanska súkklukonginum.