Amerikanski súklarin Tyler Hamilton skuldsetir nú landsmannin Lance Armstrong fyri at hava brúkt ólóglig evni fleiri ferðir. Tað sigur hann í sendingini ?60 Minutes? hjá sjónvarpinum CBS.
-Hann brúkti alt, sum vit brúktu so sum epo og testosteron. Eg sá, at hann hevði epo í sínum frystirúmi. Eg sá hann sproyta seg, ikki bara eina ferð, men fleiri ferðir. Júst sum vit aðrir gjørdu, sigur Tyler Hamilton í samrøðuni.
Lance Armstrong vísir skuldsetingini aftur. Hann vísir á, at hann var til 500 doping-kanningar, men at eingin roynd var positiv. Hann endar við at siga, at hann letur rættin avgera málið.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Lance Armstrong, sum vann Tour de France sjey ferðir, verður lagdur undir at hava brúkt doping. Landsmaður hansara Floyd Landis er komin við somu skudseting fyrr.
Í 2005 varð Tyler Hamilton útihýstur frá altjóða súkling í tvey ár, eftir at hann var avdúkaður fyri doping. Hamilton súklaði fyri danska felagið CSC Tiscali hjá Bjarne Riis frá 2002 til 2004.