Arminia Bielefeld hevur kós móti Bundesliguni

2. Bundesligan: Arminia Bielefeld vann, meðan kappingarneytarnir spældu innanhýsis

Tað er altsamt meiri sannlíkt, at Arminia Bielefeld verður at síggja í Bundesliguni komandi kappingarár. Tað eru seks umfør eftir og Jóan Símun Edmundsson og teir eru sjey stig røttu megin uppflytingarstrikuna, og hava ein dyst til góðar.

Arminia Bielefeld vann um vikuskiftið 2-1 á útivølli móti Holstein Kiel. Jonathan Clauss legði føroyingafelagið á odda, men stutt inn í seinna hálvleik javnaði Alexander Muehling. Í evstu løtu megnaði Sven Schipplock at tryggja Arminia Bielefeld sigurin.

Jóan Símun Edmundsson var ikki við hópinum. Hann stríðist í løtuni við ein knæskaða, sum hevur argað hann í eina tíð.

Fríggjakvøldið vann VfB Stuttgart 3-2 á Hamburg SV. Tað eru kappingarneytarnir hjá Arminia Bielefeld í uppflytingrstríðnum. Arminia Bielefeld er oddalið við 56 stigum. VfB Stuttgart hevur 51 stig, meðan Hamburg SV nú hevur 49 stig á tríðja plássi, sum gevur atgongd til upp- og niðurflytingardyst.