Armgarð setti nýtt met

Burn Showdown: Armgarð á Regni eigur nýggja føroyska metið í bonkpress í sínum vektklassa

 

Ein rúgva av kappingum eru á skránni í dag til stóra Burn Showdown tiltakið í høllini á Hálsi. Fyrr í dag hevur kappast verið í vektlyfting, har Rudi Persson hjá monnum og Jenny Poulsen hjá kvinnum vunnu kappingina.

 

Les eisini: Rudi og Jenny vunnu vektlyftingina

 

Síðani hava kappingar verið í Powerlifting hjá monnum og kvinnum, umframt í Crossfit. Og í Powerliftingini er í øllum førum eitt nýtt føroyskt met sett.

 

Tað er hjá kvinnunum, har Armgarð á Regni av Toftum hevur sett nýtt føroyskt met í bonkpress í sínum vektklassa. Armgarð á Regni, ið kappast í +90 klassanum, lyfti 65 kilo í bonkpress, og økti hon sostatt føroyska metið við 10 kilo, tí at undanfarna metið ljóðaði á 55 kilo.

 

Tað var Tóra Martinsdóttir, ið átti føroyska metið undan Armgarð á Regni.

 

Í Powerlifting verður kappast í squatt, bonkpress og deadlift.