Føroyskur landsliðsfótbóltur er í ikki sørt tungum sjógvi í hesi vikuni. Í gjár tapti a-landsliðið 4-0 á heimavølli ímóti Ísrael, og aftur í dag vóru Føroyar fyri landsliðstapi, og heldur ikki í dag megnaðu føroysku spælararnir at skora mál.
Í dag var tað U-21 landsliðið, sum spældi á FFA Academy Stadium í Yerevan, og úrslitið í 32 hitastigum var 2-0 til heimaliðið. Hetta er sama úrslit, sum tað var, tá ið Armenia 8. juni var gestur í Føroyum. Tá vunnu Føroyar 2-0 á Svangaskarði. Ta ferðina skoraði Jonn Johannesen bæði málini. Hann er skaddur og er ikki við í Armenia.
Í dag varð tað 1-0 fimm minuttir undan steðginum, og fimm minuttir undan dystarloki varð tað 2-0.
Tølini siga, at Armenia var greitt omaná. Heimaliðið hevði 16 royndir ímóti føroyska málinum, og føroyingarnir høvdu tvær royndir ímóti heimamálinum.
Fyrra málið skoraði miðvallarin Narek Grigoryan, og seinna málið skoraði verjuspælarin Mikayel Mirzoyan. Tað var við brotssparki, sum varð dømt, eftir at Bjarti Vitalis Mørk í føroyska málinum hevði hálvbjargað. Bjarti avloysti eftir lítlan hálvan tíma Bárð á Reynatrøð í føroyska málinum.
Næsti dystur hjá føroyska liðnum verður ikki hissini avbjóðing. Mánadagin verður Frakland mótstøðuliðið á Svangaskarði.
Føroyska liðið í Armenia í dag: Bárður á Reynatrøð (Bjarti Vitalis Mørk, 28.) – Sjúrður Pauli Nielsen (Áki Johannesen, 66.), Børge Petersen, Dann Fróðason, Noah Mneney – Símun Sólheim (Ingi Jonhardsson, 80.), Heini Sørensen (Steffan A. Løkin, 66.), Stefan Radosavljevic, Pætur Turiðarson Skipanes (Bárður Ó. Jensen, 80.) – Andrass Johansen, Áki D. Samuelsen
Gult kort: Áki D. Samuelsen
Venjari: Sámal Erik Hentze