Umhvørvisverndarfelagsskapir eru alt annað enn hugtiknir av avtaluni, sum londini í Arktiska Ráðnum gjørdu í gjár um, hvussu tey skulu fyribyrgja og handfara oljuleka í tí arktiska økinum. Sambært umhvørvisverndarfelagsskapunum er avtalan einki minni enn ein vanlukka.
Jon Burgwald hjá Greenpeace sigur við danska blaðið Information, at avtalan ger einki fyri at avmarka vandan fyri leka, og hon fer heldur ikki at bøta um førleikarnar hjá oljufeløgunum ella londunum at taka neyðug og skjót stig í sambandi við møguligan leka.
Greenpeace tulkar avtaluna soleiðis, at hvørt land sær kann gera av, hvussu stóra orku tað fer at leggja í tilbúgving í sambandi við oljuleka í Arktis.
-Tí er eingin trygd fyri, at tilbúgvingin verður nóg góð, sigur felagsskapurin.
World Wildlife Foundation, sum er tann einasti umhvørvisfelagsskapurin, ið hevur fasta eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum, er heldur ikki nøgdur við avtaluna.
-Vit eru vónsvikin av, at Arktiska Ráðið ikki ber skjótari at, tá tað snýr seg um at sleppa undan oljuvanlukkum, sigur leiðarin á Arktis-deildini hjá WWF, Alexander Shestakov, við Information.