Tað var klokkan 23.50 leygarkvøldið, at grønlendski trolarin, Lomur, sendi út neyðarkall, og tað var Aasiaat Radio, sum fekk boðini. Tá var trolarin staddur í einum øki sunnan fyri grønlendska býin, Sisimiut.
Tá manningin sendi út neyðarkall, varð eisini boðað frá, at skipið helst fór at søkka.
Aasiaat Radio setti seg í samband við Arktisk Kommando, sum í samstarvi við Grønlands Politi sendi sjóverjuskipið, Hvidbjørnen og ein skjóttgangandi bát hjá Grønlands Politi avstað á knattastøðuna hjá trolaranum.
Klokkan 00.55 - ella ein góðan tíma eftir, at Lomur hevði sent út neyðarkall - fekk Arktisk Kommando boð um, at manningin var á veg í bjargingarbátarnar, og løtu seinni komu boðini um, at øll manningin í øllum góðum var komin í bátarnar.
- Manningin vísti stóran virkismátt og kom bæði skjótt og væl í bjargingarbátarnar, sigur Camilla Schouw Broholm hjá Arktisk Kommando.
Fáar minuttir eftir, at manningin var farin av skipinum, var løgreglubáturin á leiðini og tók manningina upp, og klokkan 02.30 var løgreglubáturin í Sisimiut við manningini og bjargingarbátini upp á sleip.
Grønlendski trolarin sakk umleið klokkan 04 í morgun.
- Hvidbjørnan var verandi á leiðini, har skipið sakk og fylgdi við, um nøkur dálking kom frá skipinum, sigur Camilla Schouw Broholm hjá Arktisk Kommando.
##med2##
Sjóferðslustýrið hevur nú fingið málið um trolaran, og tey fara at kanna hendingina.
Tað er reiðaríið, Royal Greenland, sum átti skipið, og samskiftisleiðarin í fyritøkuni, Merete Lindstrøm, sigur, at tey eru sera fegin um, at øll manningin kom væl burtur úr skipsbrotinum.
Tað er Sermitsiaq, sum í dag ber hesi tíðindi úr Grønlandi.