Á arkitektadegnum í gjár heiðraði Arkitektafelag Føroya Runavíkar kommunu. Tað vóru Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, Eyðun Petersen, leiðari í teknisku deild og Janus Trúgvason, verkfrøðingur, ið vegna kommununa tóku ímóti heiðursbrævinum frá Arkitektafelagnum.
Í heiðurbrævinum verður sagt soleiðis:
Arkitektafelag Føroya vil við hesum heiðra
Runavíkar kommunu
fyri arbeiðið, hon hevur gjørt fyri at stimbra um arkitektonisku dygdina av mannaskapta umhvørvinum í kommununi.
Ítøkiliga vil Arkitektafelagið viðurkenna arbeiðið, sum kommunan hevur gjørt við at hava skipað fyri føroyska partinum av altjóða kappingini Nordic Built Cities. Kappingin hevur verið við til at varpa ljós á arkitektur og føroyskar búsetingar á ein nýggjan og fjølbroyttan hátt. Kappingin og kappingaruppskotini eru til íblástur fyri øll, ið starvast við bústaðarbygging og hevur víst á nýggjar spennandi leiðir at fara.
Eisini vil Arkitektafelagið lata Runavíkar kommunu viðurkenning fyri Bylgjuna, ið er serstøk og slóðbrótandi ítróttarbygging.
Heiðursbrævið er undirskrivað av Heidi Poulsen, forkvinnu í Arkitektafelag Føroya.