Arkitektar skráseta ítrótt

Tórshavnar kommuna hevur sett ein arbeiðsbólk at gera nýggja “Heildarætlan fyri ítróttin í Tórshavnar kommunu”. - Fyri henda arbeiðsbólkin eru vit farin at savna upplýsingar frá øllum ítróttarfeløgunum í kommununi, so eitt greitt yvirlit fæst viðvíkjandi hallar- og vallarumstøðum hjá øllum teim ymisku ítróttargreinum, sum eru í kommununi, sigur arkitekturin Nina A. Arge, sum saman við Biritu Wardum savnar inn upplýsingarnar. Báðar eru tær útbúnir arkitektar. Frestin at svara er góðar tvær vikur. Spurnarblaðið, ið fevnir um 10 spurningar, skal verða Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 20. november 2008