Norsku AristoCats og Hans Jacob & Vinmenn á Dansibandsfestivalinum í Vági, sum verður í døgunum 6. og 7. mai 2016. Forsølan við serprísi byrjar í dag, 23. nov. 2015
.
Dansibandsfestivalurin í Vági bjóðar øllum dansi-áhugaðum føroyingum til Dansibandsfestival.
Forsølan til Dansibandsfestivalin byrjar í dag, 23. nov. 2015 við serprísi fram til 31. des. 2015 – og kunnu samstundis avdúkast fyrstu nøvnini til Dansibandsfestivalin 2016.
Norsku AristoCats verða millum høvuðsnøvnini á Dansibandsfestivalinum í 2106. AristoCats hevur 40 ár á baki sum dansibandsorkestur og í mai mánað komandi ár, fara AristoCats á pall á Dansibandsfestivalinum í Vági.
Hans Jacob & Vinmenn fara eisini at ríka løturnar á Dansibandsfestivalinum. Hans Jacob Hjelm gav fyrr í ár út fløgu við dansibandstónleiki, og verður tónar av hesari fløguni uttan iva eisini at hoyra á Dansibandsfestivalinum.