Eftir at hava búð í Suðurafrika í útlegd í sjey ár kom fyrrverandi forsetin í Haiti, Jean-Bertrand Ariside, heimaftur í dag. Tað skrivar franska tíðindastovan AFP. Amerikanska stjórnin hevði annars biðið Aristide bíða við at fara heimaftur til aftan á seinna umfar av forsetavalinum, sum verður sunnudagin.
Tá skulu veljararnir velja ímillum sangaran Michel Martelly og fyrrverandi forsetafrúuna Mirlande Manigat, tí tey bæði fingu flestar atkvøður í fyrra valumfarinum.
Tann, sum vinnur forsetavalið, fær ta stóru uppgávuna at standa á odda fyri arbeiðinum at endurreisa landið aftan á tann ógvusliga jarðskjálvtan í januar í fjør. Skjálvtin javnaði høvuðsstaðin Port-au-Prince við jørðina og kravdi 220.000 mannalív.