Aria í studio

Koma við fyrstu fløguni í heyst

Poppbólkurin Aria er mitt í upptøkunum til nýggja fløgu, sum eftir ætlan skal koma út í heyst.

Bólkurin, sum millum annað hevur gjørt vart við seg í Prix Føroyum og við sanginum Shadow of a Doubt, sum var nummar eitt á listanum hjá ÚF, tekur nú stigið fult út, og kemur við eini fløgu.

11 sangir verða á fløguni, og tað eru teir tríggir Magni Husgaard, Petur Hans Niclasen og Jógvan Hansen, sum gera orð og løg.

Upptøkurnar fara fram heima í Klaksvík, har nýtt studio júst er komið. Bólkurin ætlar at verða liðugur við upptøkurnar 18. juli.

Í næstu viku hava vit reportasju úr studionum úr Klaksvík í blaðnum.