Aria: After These Messages

Fløguummæli av Niclas Johannsen

Tað er eitt dygt verk teir fimm klaksvíkingarnir Jógvan, Ólavur, Erik, Magni og Petur Hans hava latið úr hondum við ?After These Messages?. Aria staðfesti seg í Prix Føroyar kappingini fyri trimum árum síðani við eitt nú serstakliga góðum guitarspæli frá Petur Hans Niclasen. Hann er eisini maðurin, sum saman við somuleiðis dugnaliga keyboardspælaranum Magna Húsgaard smíðar flestu løgini á ?After These Messages?. Báðir duga væl at skrúva løg saman. Somuleiðis hevur sangarin Jógvan Hansen skrivað lagið ?Stay?, sum upprunaliga gjørdi Aria landskendar.

Stílurin varierar frá nútíðar popp-rocki við deiliga einføldum og kortini spennandi harmoniskum skiftum á ?Rooftop? (størsta hit-potentialið á fløguni) og ?Walking Away With The Sun? til reindyrkað 80?ara rock á ?April Girl?, west coast cremeløg so sum ?Shadow Of a Doubt? (niðurlagið líkist dekan ov nógv ?Nothing?s Gonna Change My Love For You?) og so víðari til funky fusjón stoff við flottum, langum soloum frá Peturi Hans, Magna og eisini habila bassleikaranum Eriki, sum tummlar avstað á stuttliga jam-lagnum?Analja?.

Deiligt er at hoyra soundið, sum bólkurin arbeiðir seg fram til við delay guitarum og flottum keyboard arrangementum og góðum botni, ið Erik og Ólavur leggja. Røddin hjá Jógvani er somuleiðis serstakliga innbjóðandi, hóast onkur einstøk frasering tykist í so tvungnin og nasal.

Tað er Óli Poulsen, ið hevur ljóðblandað, og hann hevur rættiliga jollað sær. Fløgan ljóðar knallgott.

Soleiðis ýður tað við yvirskoti á ?After These Messages?. Aria tykjast deiliga málrættaðir. Bestir haldi eg teir eru, tá teir lata annars frálíku og vælarrangeraðu balladu programeringarnar dvína fyri orkestur-sveittanum.

?After These Messages? eigur at vera obligatorisk í fløgusavninum hjá einhvørjum tónleika enthusiasti við respekt fyri sær sjálvum.