Ári Mohr Jónsson hevur ikki verið nógv at sæð seinastu tíðina. U21 landsliðsspælarin, sum hevur fingið sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum, hevur verið nógv skaddur, men hevur ikki mist mótið.
Í seinastuni hevur ljóðað, at onkur føroysk feløg hava víst honum áhuga. Hóast søgan um drúgvu skaðarnar og heimlongsul, kundi passa væl til ein føroyskan fótbóltsspælara, so er Ári ikki á veg aftur á klettarnar at spæla.
- Jú, eg eri troyttur av skaðunum, men eg havi ongar ambitiónir um at flyta heim, sigur Ári Mohr Jónsson.
Skaðar hava gjørt, at hann ikki hevur spælt á U21 landsliðnum í hesi undankappingini. Nú er líkt til, at skjóti og sterki vinstri bakkurin verður aftur at síggja í landsliðstroyggjuni, tá U21 landsliðið í komandi mánaði spælir í Russlandi.
- Eg havi vant í ein mánað, og eri við at verða klárur aftur. Ætlanin er, at eg skal við U21 landsliðnum, sigur Ári M. Jónsson við in.fo.
Ári hevur sáttmála við Silkeborg, sum spælir í næst bestu deildini í Danmark, fram til í summar.










