Fyrst gjørdu Jan Ólavsson Ellingsgaard og Karl Løkin nýggjan sáttmála fram til 2022, síðani skrivaði ungi Pól Jákup Lundsbjerg undir sáttmála fram til 2023. Nú hevur Ari Ólavsson Ellingsgaard eisini bundið seg til ÍF komandi árini. Sáttmálin er galdandi til fyri 2020 og 2021.
- Ari, sum nú er 27 ára gamal, hevur størsta partin av fótbóltskarrieruni spælt við okkum. Tilsamans hevur Ari spælt 217 dystir fyri okkara besta lið. Hann hevur skorað 29 mál og havt næstseinasta fótin á 41 málum, skrivar heimasíðan hjá felagnum.
Tað eru rembingar í Fløtugerði í løtuni. ÍF hevur fingið handað nýggja ítróttarhúsið og liðið hevur fingið heili 19 stig í ár, og bjóðar topp-fimm av. Nú er leiðslan í felagnum eisini farin í holt við at framtíðartryggja fleiri spælarar. ÍF spælir mánadagin á Argjum. FM1 sigur frá dystinum.
Betri deildin menn 13. umfar:
Mánadagin 27. juli
NSÍ-KÍ (18.30) Beinleiðis á FM1
Skála-EB/Streymur (19.00)
AB-ÍF (19.00) Beinleiðis á FM1
Týsdagin 28. juli
HB-TB (18.00) Beinleiðis á FM1
Mikudagin 29. juli
B36-Víkingur (16.00) Beinleiðis á FM1