Ari aftur í ÍF

Ari Ó. Ellingsgaard gevst í EB/Streymi og flytir aftur til barndómsfelagið

Flytingargluggin í føroyskum fótbólti er í løtuni opin, og fleiri spælaraskifti hava verið seinastu tíðina. Fyrr í dag kom fram, at EB/Streymur hevur leigað álopsleikaran hjá KÍ, Aksel Bjartalíð Danielsen, fyri restina av hesum kappingarárinum, og nú er so greitt, at EB/Streymur eisini missir ein leikara í álopspartinum.

 

Talan er um framrættaða miðvallaran, Ari Ó. Ellingsgaard, sum nú flytir aftur til barndómsfelagið ÍF, har hann hevur gjørt ein sáttmála fyri restina av hesum kappingarárinum. Tað boðar heimasíðan hjá ÍF frá í dag.

 

Ari Ó. Ellingsgaard hevur leikt 208 dystir fyri ÍF og skotið 32 mál.