Í tíggjunda umfari eydnaðist tað, sum ikki er eydnast í níggju teimum fyrstu dystunum ha næstbesta AB liðnum.
Sandoyingar vóru seinnapartin á Argjum, og teir noyddust suður aftur við ongum. AB vann 2-1. Hetta var fyrsti sigurin hjá AB, sum undan dagsins dysti einki stig hevði vunnið.
Símun Samuelsen, venjarin hjá besta AB liðnum, var á liðnum hjá argjamonnumi dag, og hann átti stóran leiklut í 2-1 sigrinum. Símun legði AB á odda tíggju minuttir undan steðginum, og hann átti uppleggið, tá ið Rói Vilhelmt tveir minuttir undan leikloki skoraði sigursmálið.
Beinanvegin eftir steðgin varð Hans Oddson Hentze skiftur inn á B71 liðið, og hann hevði bara verið á vøllinum í tríggjar minuttir, tá ið hann javnaði til 1-1.
Tað stóð á jøvnum, inntil tað restaðu tveir minuttir, tá ið AB skoraði 2-1 sigursmálið.