FÓTBÓLTUR
Tað er blivið sagt fyrr, men kann saktans endurtakast eina ferð aftrat, at sjáldan er tað lætt at verja eitt føroyameistaraheiti. Tað mugu tey í EB/Streymi eisini ásanna, nú liðið eftir sjey umfør er fimm stig frá oddasessinum og enn ikki hevur víst avrik, ið eru eins sannførandi og tey í fjør.
Í gjár vitjaðu greipuvinnararnir inni í Vika á Argjum, har teir fyrr í vikuni spældu 1-1 ímóti AB í kappingini um Løgmanssteypið. Og úrslitið gjørdist tað sama hesa ferð, hóast EB/Streymur hevði munandi fleiri kjansir at koppa dystinum til egnan fyrimun, men bara ikki slapp fyri AB.
Serliga mundi Sigfríður Clementsen aftaná iðra seg um, at hann ikki byrjaði við Alex Jose dos Santos á vøllinum, tí tað var ikki, fyrr enn brasilin var komin inn, at tað av álvara byrjaði at líkjast hjá EB/Streymi. Serliga væl riggaði samspælið í vinstru síðu millum Alex og Hans Paula Samuelsen væl, umframt at Sorin Anghel, sum síðsta hálva tíman fór fram í álopið, eisini var partur av hesum.
Spurningurin er tó allíkavæl, um tað hevði verið nóg mikið fyri EB/Streym, at liðið hevði funnið rútmuna skjótari í dystinum, tí argjamenn vóru knáir og væl skipaðir á vøllinum. Ímóti endanum vóru teir trýstir, men megnaðu aloftast at spæla seg burtur úr tí og vístu, at teir heldur enn fegnir vildu sleppa fram í hin endan á vøllinum, har tey stuttligaru tingini henda.
Brendu brotsspark
EB/Streymur legði betur frá byrjan og hevði beinanvegin einar tvær royndir á málið hjá AB, og størsta møguleikan fingu gestirnir, tá seks minuttir vóru farnir, tí tá peikaði dómarin á brotssparksblettin, eftir at beinini vóru tikin undan Sorin Anghel inni í AB-brotsteiginum.
Bárður Olsen, sum plagar at vera tryggur og dugnaligur deyðbóltsskjútti, megnaði tó ikki at lumpa Heðin Stenberg, sum tveitti seg rætta vegin og fekk beint bóltin burtur frá málinum. Løtu seinni var Heðin aftur knappur, tá ein afturlegging við høvdinum byrjaði at líkjast næststørsta kjansinum hjá EB/Streymi…
Eftir fyrstu óróligu minuttirnar fekk AB tó rist byrjanina av sær og fekk spælið fram eftir vøllinum at hanga væl saman. Tað gav ikki óuppiborið úrslit í 20. minutti, tá Alex Mellemgaard kastaði innkast frammarlaga í vinstru síðu, sum Høgni M. Joensen forlongdi inn í brotsteigin, har Nikolaj Eriksen skallaði aftur um seg, so Janus M. Joensen gjørdist púra leysur innan fyri gestaverjuna og høgdi bóltin í málið til 1-0. Eitt flott mál, har AB vísti, hvussu bæði innar- og uttarsíðan av høvdinum kunnu brúkast í senn!
Hóast EB/Streymur royndi at svara aftur, so javnaði dysturin seg, og AB hevði minst líka nógv at vísa á frameftir, sum gestirnir høvdu tað. Tíðliga í seinna hálvleiki kundi Janus enntá havt skorað til 2-0, var hann neyvari, tá hann gjørdist púra leysur við aftaru stong, men skallaði bóltin við síðuna av skralltóma málinum hjá EB/Streymi.
Trýstið gav einki
Hetta var nokk ein hvøkkur, ið fekk venjaran hjá EB/Streymi at taka neyðugu stigini, so vend kundi koma í. Tað gjørdi tað eisini, og hóast meistararnir bert fingu vinstru síðu at virka ordiliga væl, var tað nóg mikið til at hótta dúgliga. Tó kom ikki hol á, fyrr enn 20 minuttir vóru eftir.
Aftur hesa ferð var talan um eitt innkast, sum kom innfyri úr vinstru síðu. Pætur Dam Jacobsen kastaði langt inn í AB-brotsteigin, og hóast eingin spælari hjá EB/Streymi megnaði at leggja trýst á, elvdi onkur misskiljing til, at argjamenn beindu bóltin í egið mál, og so var 1-1.
Eftir hetta – enntá við seks minuttum í yvirtíð – royndi EB/Streymur at trýsta, fyri at sigursmálið, men ikki eydnaðist at fáa nóg mikið burturúr, tí tað blivu bara hálvir kjansir. Tann størsta møguleikan hevði Hans Pauli við hørðum frísparki stutt uttan fyri brotsteigin, sum Tehe Aristide fekk skallað burtur í evstu løtu.
Sostatt mátti EB/Streymur fyri aðru ferð á rað av vøllinum við javnleiki, sum sjálvandi ikki er nøktandi, tá liðið ætlar sær at koma upp í part heilt har frammi. Javnleikurin var meira nøktandi fyri AB, sum leingi var undir hørðum trýsti, men má sigast at hava ment seg til eitt sera sterkt lið á heimavølli, tí har hevur liðið ikki tapt enn í ár – hvørki í lands- ella steypakappingini.