Argjamenn hava vunnið fyrsta sigurin

Argentiski Augustin Marsico umsetti brotsspark til 2-1 og fyrsta AB sigurin síðani uppflytingina

Tað er sigursfagnaður, og tað er stórt vónbrot á Argjum. 

 

Vónbrotið er í leguni hjá skálamonnum, sum nú rigga til at fara aftur í tunnilin. Í viðførinum hava teir 2-1 tap, og harvið bíðar Skála framvegis eftir fyrsta sigrinum, síðani liðið síðsta heyst aftur vann pláss í bestu deildini eftir í eitt ár at hava verið í næstbestu deildini. 

 

-Vit hava spælt fýra dystir og vunnið tvey stig í tveimum javnleikum. Ímóti KÍ, tá ið vit í fyrsta umfari taptu 3-0, høvdu vit ongan møguleika. Ímóti bæði B68 og 07 Vestur endaði tað javnt, og tá kundi tað gott havt koppað okkum til fyrimunar. Soleiðis var tað aftur í dag. Talan var um heilt javnan dyst, men tíverri vunnu vit einki stig, men vit kenna, at vit kundu havt vunnið eitt og kanska eisini trý stig, sigur Skála liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen. 

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað Marius Kryger Lindh, sum við frísparki og eftir at ein av verjuspælarunum hevði roynt at verja, legði AB á odda. Hetta var annað málið hjá honum. Tað fyrra skoraði hann í fyrsta umfari, tá ið AB á heimavølli tapti 3-1 ímóti HB. 

 

Tríggjar minuttir undan steðginum var tað Poul Kallsberg, sum javnaði við stútara. Uppleggið átti Martin Johansen úr høgru. Hetta er aðruferð, at 18 ára gamli Martin Johansen er á besta liðnum. Fyrsta ferðin var í fyrsta umfari, tá ið hann ímóti KÍ varð skiftur inn, tá ið tað restaði eitt korter. Í fjør skoraði Poul Kallsberg einki mál í bestu deildini. Higartil í ár hevur hann skorað tvær ferðir. Fyrra málið skoraði hann, tá ið tað millum B68 og Skála endaði 2-2. 

 

Tað vóru royndir á bæði málini, men tað varð bara skorað eitt mál í seinna hálvleiki. Tað var eftir, at dómarin, Petur Reinert, miðskeiðis í seinna hálvleiki bríkslaði fyri brotssparki til heimaliðið. Argentinski Augustin Marsico umsetti úr ellivu metrum, og so var AB frammanfyri 2-1 og á sigurskós. Hetta var annað málið hjá 25 ára gamla argentinska spælaranum. Tað fyrra skoraði hann, tá ið tað á heimavølli endaði 3-3 ímóti 07 Vestur. 

 

Síðstu løtuna royndi Skála at spenna álopsbogan. Tað eydnaðist tó ongantíð rættiliga at vinna upplagdan møguleika. Tá var tað heldur AB og Marius Kryger Lindh, sum hevði møguleikar at økja um heimaleiðsluna. 

 

-Tað hevur øgiliga stóran týdning, at vit nú vunnu ársins fyrsta sigur. Í fyrra hálvleiki høvdu vit undanvind og royndu at pressa teir frammarlaga. Tað eydnaðist at skora, og tað kom illa við, at teir undan steðginum javnaðu. So fingu vit málið, ið vísti seg at vera sigursmálið, og tað fegnast vit um, tí ofta hava vit mist á stokkinum. Í dag var tað síðstu løtuna ikki vandi fyri tí, sigur AB liðformaðurin Jákup Pauli Breckmann, sum er komin fyri seg eftir skaðasteðg og var á vøllinum í ein lítlan tíma. 

 

 

 

AB - Skála 2-1 (1-1) 

 

1-0: Marius Kryger Lindh 

 

1-1: Poul Kallsberg 

 

2-1: Augustin Marsico br 

 

Dómari: Petur Reinert