Í gjárkvøldið vann ÍF 2-0 á útivølli ímóti EB/Streymi. Nú hevur ÍF fýra stig. AB hevur trý stig og er aftast.
Í kvøld hevur AB møguleikan á heimavølli at lyfta seg av aftastu brík. Víkingur verður gestur á Argjum.
Tølini siga, at tað meiri enn so kemur fyri, at AB vinnur stig frá Víkingi á Argjum. Síðsta dømi um hetta var í fjør, tá ið AB stríddist fyri lívinum í fremstu røð og í 25. umfari vann 1-0. Málskjútti ta ferðina var Jobin Drangastein.
Í kvøld er AB skert í verjuni. Málverjin Heðin Stenberg er framvegis skaddur, og Mattias Lamhauge er framvegis avloysari millum stólparnar. Sørin Samuelsen og Leivur Holm Joensen hava verið miðverjar. Hvørgin teirra verður við í kvøld. Sørin er leikbannaður, og Leivur er burturstaddur.
Mikkjal T. Hentze er tøkur aftur eftir skaða í knænum.
Skírisdag vísti AB góðan hugburð í Gundadali, tá ið tað endaði við 4-3 tapi ímóti HB.
Víkingur er á veg suður á Argir við stórum sjálvsáliti. Tríggjar tær seinastu ferðirnar er tað endað við fullari úrtøku. Í landskappingini er talan um sigrar á TB á útivølli og B36 á heimavølli og í steypakappingini á B68 á heimavølli.
Víkingur hevur tíggju stig og er tvey stig aftanfyri B36, fimm stig aftanfyri Skála og sjey stig aftanfyri KÍ.
Tveir av lyklaspælarunum í fremtu røð eru ikki tøkir ídag. Andreas Lava Olsen er burturstaddur í arbeiðsørindum, og Adeshina Lawal er skaddur. Liðformaðurin og miðverjin, Atli Gregersen, er darvaður av skaða í lærkrikanum, men tað verður vónað, at hann fer at royna at spæla íkvøld.
AB – Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00.











