Argjamenn feldir av B71

Við málum frá Clayton Soares og Símin Hansen fór B71 á odda 2-0 til hálvleiks. Peter Christiansen birti vón hjá heimaliðnum stutt inn í seinna hálvleik, tá ið hann skoraði til 2-1. Eftir hetta trýsti AB nógv fram á vøllin, men teir megnaðu ikki at javna.

 

Sigurin lyftir sandoyingar upp á eitt 5. pláss, har teir eru frammanfyri HB í málúrtøku. AB stríðist framvegis í botninum, har teir hava fýra stig á áttanda plássi.

 

AB ? B71 1-2 (0-2)

0-1, Clayton Soares

0-2, Símin Hansen

1-2, Peter Christiansen