Fimti og seinasti dysturin í 17. umfari í Betri deidini hjá monnum verður á Argjum í kvøld. Talan er er um sannan botngýsara, tí AB og Skála liggja á teimum báðum niðastu plássunum í landskappingini.
Á Argjum verður nú vónað, at belgiski Jasper Van Der Heyden verður klárur til dystin. Hann hevur verið ein lyklaspælari, tá argjamenn skulu í skjótálop. Hann fór út í dystinum móti TB við skaða á fótinum. Talan er um eitt slag og arbeitt verður við at fáa hann kláran til dystin í kvøld.
Gestirnir av Skála hava bara eitt stig fyri 15 dystir, men tað kom ímóti júst AB. Skála verður eisini uttan roynda stríðsmannin, Pætur Dam Jacobsen. Hann hevur leikbann. Hvørki Skála ella AB hava vunnið ein dyst í landskappingini enn.
AB kann við sigri yvirhála TB á stigatalvuni og harvið vinna seg røttu megin niðurflytingarstrikuna. Skála verða eisini aftast aftaná dystin í kvøld, men við einum sigri er samband aftur til hini liðini í botninum.
FM1 og In.fo hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum, sum verður á Argjum klokkan 19. Fótbóltssambandið hevur boðað frá, at ongir áskoðarar verða til dyst fram til 22. august.
Betri deildin 17. umfar:
Hósdagin 6. august:
B36-TB 4-1
ÍF-NSÍ 0-1
Víkingur-HB 1-3
EB/Streymur-KÍ 0-7
Fríggjadagin 7. august:
AB-Skála (19.00) Beinleiðis á FM1