Argjamenn anda enn

Uppflytararnir gjørdu einki minni enn at basa meistarunum í gjárkvøldið, og alt bendir á, at argjamenn fáa enn eitt ár í landsins bestu fótbóltsdeild

Á Argjum var lagið gott í gjárkvøldið. Stigini, argjamenn fingu í móti EB/Streymi eru stig, ið leiða uppflytararnar nærri bjargingini í Vodafonedeildini. Og hóast kappingin er tvíbýtt, eru tað nú einans seks stig, ið skilja EB/Streym, sum liggur nummar fimm og AB, ið liggur nummar seks í deildini.

Um argjamenn høvdu funnið inspiratión úr leikskránni hjá EB/Streymi undan dystinum er óvist, men yvirskriftin »Argjamenn anda enn«, ið sundalagsmenn brúktu um mótstøðuliðið, varð staðfest við lít.

Í mun til 2007 svimja argjamenn við høvdinum omanfyri vatnskorpuni. Ein sigur í móti NSÍ við Løkin í Runavík er ein staðfesting av hesum, ein onnur staðfesting var javnleikurin í móti HB í Gundadali, og ein triðja staðfesting kom í gjárkvøldið.

Somuleiðis hevur liðið vunnið vunnið á B36 og fingið javnt ímóti EB/Streymi á Argjum.


Fantastiski Aristede

Ein av orsøkunum til góðu úrslitini, er fantastiska verjan hjá AB, har Tehe Aristide stýrir alt og øllum við harðari hond. Við honum sum stýrimanni í aftastu ketuni hevur AB syrgt fyri, at uppflytararnir eru tað liðið í deildini, sum hevur latið næstfægst mál ígjøgnum.

Tehe Aristide vísti aftur í gjár, at hann er ein av landsins allarbestu verjuleikarum. Eingin tekur mannin í luftini, og á vøllinum megnar hann altíða at vera eitt fet frammanfyri mótstøðumannin. Ein fongur fyri AB.


EB/Streymur spældi væl

Í sundalagnum er hinvegin gerandisdagur aftur. Eftir fantastiska stórsigurin sunnudagin har alt gekk upp í hægri eind, riggaði minni væl í gjárkvøldið.

EB/Streymur spældi í roynd og veru fínan fótbólt stóran part av fyrra hálvleiki. Bæði Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen høvdu naskar atsøknir at málinum fyrsta hálva tíman.

Tá tað so ikki eydnaðist, royndi EB/Streymur seg í størri mun við langum bóltum, sum var ógvuliga skeivt at gera, tá maðurin, sum tok ímóti øllum hesum bóltum, æt Tehe Aristide.

Seinni í dystinum hevði EB/Streymur eisini tríggjar royndir, sum allar tóku í tvørtræið fyri so at verða bjargaðar á málstrikuni. Málið tóktist gandað!


Effektivir argjamenn

Hinvegin var eingin gandur yvir tí, AB vísti við Margáir í gjár. Teir vístu hvussu einfaldur fótbóltur kann vera. Ikki so nógv roks og dikkidar. Tríggir kjansir og trý mál.

Fyrst gjørdi Dion Splidt skjótt av, tá hann fekk bóltin á brotsteigarmarkinum, tá góður hálvur tími var spældur. Eitt lítið trekk og eitt knallhart skot, so var AB á odda.

Beint fyri hálvleik spurtaði Stig-Roar Søbstad frá eini kiksaðari rangstøðufellu, fekk fleiri metrar at leypa upp á og skoraði trygt einsamallur við Gunnari á Steig.

Og so beint fyri leiklok fær Rasmus Nielsen inni í brotsteiginum hjá EB/Streymi, sleppur at móttaka og venda sær, áðrenn hann smekkar bóltin upp í nettakið.

0-3 og so var alt leyst og liðugt.


Sjey ímóti 11

Merkisvert við dystinum í gjár var, at EB/Streymur eina løtu einans vóru sjey mans á vøllinum. Brian Olsen og Leif Niclasen hjá EB/Streymi stoyttu høvdini saman seint í seinna hálvleiki. Brian Olsen fór út á eini børu, meðan Pætur Dam Jacobsen og Sorin Anghel bóru sín liðfelaga oman í umklæðingarrúmið.

Tá teir koma niðan aftur á vøllin, hevði dómarin bríkslað dystin í gongd, so henda lítla hálva minuttin spældu sundalagsmenn sjey í móti 11, áðrenn teir báðir komu flennandi inn á vøllin aftur.