B36 váttar nú tað, sum vit á in.fo vistu at siga í vikuni. Nevnliga at Alex Mellemgaard hevur gjørt sáttmála við felagið.
Alex spældi við AB fram til 2012, tá hann fór av landinum í arbeiðsørindum. Nú verður hann aftur at síggja í føroyskum fótbólti, og tað verður altso í B36, at hann fer at spæla.
Vinstrabeinti spælarin hevur spælt 117 dystir fyri AB, har teir 32 eru í Effo-deildini. Hann hevur skotið 32 mál í teimum 117 dystunum.









