Í gjár kunngjørdi AB, at tríggir av útlendsku spælarunum gevast í felagnum. Talan er um amerikanska Erik McCue, finska Jonas Sapienza og ukrainska Yevhenii Kholmetskyi. Hartil er Matthias Præst Nielsen seldur til HB.
Ein av teimum, sum heldur fram í AB er 22 ára gamli Rógvi Skála. Hann er AB ari um ein háls og brøðurnir Ragnar og Bjarni Skála spæla eisini við AB. Sáttálin er galdandi til endan av 2023.
- Rógvi er ein knáur miðvallari og hevur verið í hópinum í nøkur ár nú, har hann hevur spælt 21 dystir á besta mansliðnum. Í ár byrjaði hann inni í tveimum Betrideildardystum, men eisini hevur hann spælt fleiri dystir við næstbesta liðnum, har hann gjørdist deildur toppskjútti í 2022 við sjey málum, skrivar AB.
Argjamenn hava eisini longt sáttmálan við argentinska miðvallaran Santiago Lebus.