Aftur í ár verður møguleiki hjá argjafólki at taka lut á sokallaðari Argjalegu í Nesvík. Legan verður vikuskiftið 11.-13. apríl Ymiskt verður á skránni. Tríggir fyrilestrar verða hildnir, ein fríggjakvøldið og hinir leygarmorgun og seinnapartin leygardagin.
Sólbjørg Símunarson fer at tosa um strongd, Martin Joensen lív sítt, og John Myllhamar kemur at tosa og vísa myndir um vanlukkuna við sinnopsgassi, ið honum var fyri umborð á »Heldarstindi«.
Frítíðaraktivitetur og veitslukvøld verða eisini á skránni. Tekning til tiltakið, sum Kirkju- og Missiónshúsið á Argjum skipar fyri, fer fram á tlf. 315870 ella á e-posti: alfredh@post.olivant.fo innan 6. apríl.