Argjabáturin vann á ólavsøku og FM

Fyri tólvtu ferð hava argjamenn vunnið FM í kappingini millum 8-mannafør

Tað var, sum tað so ofta hevur verið fyrr í summar, tá ið 8-mannaførini í dag kappaðust fyri sjeyndu ferð í ár. Argjabáturin leyp framum Miðvingin beinanvegin, og Argjabáturin helt seg alla tíðina eina stóra hálva bátslongd undan miðvingum.

 

 

Miðvingur royndi fleiri ferðir at bjóða av, men tað lótu argjamenn seg ikki órógva av. Teir róðu stútt og støðugt, og tá ið bátarnir fóru um málið, var munurin tað mesta av einari bátslongd.

 

 

Miðvingur hevur vunnið tvær ferðir í ár. Argjabáturin hevur vunnið fimm ferðir, og harvið hevur Argjabáturin vunnið FM 2013. Hetta er tólvta ferðin, at Argjabáturin vinnur FM í kappingini millum 8-mannafør.

 

 

Heiðabáturin bjóðaði seg fram í dag, men tað var rættuliga skjótt, at tað sást, at hann einki hevði at gera í kapping millum væl trimmaðar rógvarar.

 

8-mannafør

 

1Argjabáturin04:12.05  
2Miðvingur04:13.21  
3Heiðabáturin04:23.04

 

 

 

Endaliga støðan