Argjabáturin fremstur í stórum drama

Størsti spenningurin higartil í dag var, tá ið 8-mannaførini kappaðust

Tað var drama fyri allar pengarnar, tá ið 8-mannaførini dystaðust á vánni í Klaksvík.

Argjabáturin, Tofta Regin úr Vági og Árnfirðingur við manning úr høvuðsstaðnum lógu allan kilometur langa teinin púra javnir, meðan Knørrur var væl aftari.

 

Onkra løtu sá tað út til, at Argjabáturin var fremstur, so sá tað út til, at Tofta Regin hevði hug at stinga seg framum, og Árnfirðingurin lá onkra løtu millum hinar báðar og stavn um stavn við teir.

 

Tá ið teir fóru um málið, var Argjabáturin ein hálvan skut undan Tofta Regini, sum var reingina frammanfyri Árnfirðing.

 

1. Argjabáturin 04.41.16

2. Tofta Regin 04.42.04

3. Árnfirðingur 04.42.08

4. Knørrur 04.58.02