Eingin ivi er um tað. Argjabáturin vinnur FM í ár. Í dag hevur Argjabáturin á Varmakeldu í Fuglafirði vunnið fyri fimtu ferð av fimm møguligum.
Aftur í dag royndi Árnfirðingur at hanga uppií, og tað eydnaðist fyrsta lítla helmingin av 1500 metra teininum. Men so slitnaði sundur, og á málinum var munurin næstan so stórur, sum hann hevur verið undanfarnu ferðirnar.
Argjabáturin er nú ellivu stig frammanfyri Árnfirðing, og munurin aftur til Ørv, sum framvegis er næstfremstsur í FM kappingini, er níggju stig.
Úrslit
1 Argjabáturin 07:01.03
2 Árnfirðingur 07:09.08
3 Ørvur 07:24.05
4 Knørrur 07:27.16
Støðan
1 Argjabáturin 35
2 Ørvur 26
3 Árnfirðingur 24
4 Knørrur 21