Argjabúðin snarað lyklinum

Argjabúðin hevur nú snarað lyklinum fyri seinastu ferð. Í øllum førum undir heitinum Argjabúðin. Nýggir eigarar fara at taka við í næstum, og er nú hesin gamli handilin farin úr familjuhondum

Handilslív: Seinastu árini hava Olga og Dánjal Arge rikið handilin. Tey hava leigað hann frá Rigmor og Hans Jacob Sigvardsen. Men nú er handilin latin aftur, og um stutta tíð letur hann uppaftur í nýggjum hami.
? Langabbi, abbi og pápi mín hava rikið handilin undan mær, sigur Rigmor Sigvardsen.
? Men nú er tíðin komin at gevast. At handilin fer úr familjuni er ikki nakað eg beinleiðis leggi so nógv í nú ein er vorðin eldri. Tað er strævið at reka ein handil, og tá ryggurin fer at svíkja ber hetta ikki til.
Fyri nøkrum árum síðani lat Argjabúðin eina deild upp longri heimi, Garðsbúðina. Garðsbúðin hevur eisini latið aftur nú, og eisini hon er seld. Nú er alt tikið úr handlinum og málað verður og gjørt í stand.