Leygardagin 5. oktober verða liðin fimmti ár síðani, at argjafólk fingu egnan skúla. Fyri ta tíð máttu argjabørn ganga ta longu leið heim í Kommunuskúlan í Havn, sum tá hevði til húsa í gróthúsunum á Vaglinum, har býarumsitingin hjá Tórshavnar Kommunu nú heldur til.
Tey fyrru árini gingu børn í argja skúla frá fyrsta til fimta flokk. Seinni varð skúlin víðkaður til børn til og við sjeynda flokk. Skúlin hevði ongantíð realskúla, men stutt eftir at nýggja skúlalógin kom seinast í sjeytiárunum varð skúlin víðkaður til níggjunda flokk ? og fyri eini 10 árum síðani fekk skúlin eisini tíggjunda flokk.
Hølisviðurskiftini hjá Argja skúla hava verið nógv viðgjørd í miðlunum seinastu vikurnar. Serliga tí, at pláss ikki er fyri 10. flokki í skúlanum. Hann heldur til á loftinum í neystinum hjá Argja Róðrarfelag.
Sum vera man ætlar Argja skúli at gera okkurt burtur úr degnum, og heitir skúlin tí á fólk um læna skúlanum myndir og annað forvitnisligt, sum hevur við Argja skúla at gera.
Tey, ið kunnu hjálpa skúlanum við hesum, verða biðin um at seta seg í samband við Argja skúla í Billugøtu á Argjum. Telefonnummarið hjá skúlanum er 314136.